1 ferð um vikuna – 6 vikur tilsamans
Tekniskúli: Børn 6-8 ár, 9-13 ár og ung 14-17 ár.
Lær klassiskar tekniførleikar. Fastar uppgávur og tíð at tekna frítt.
Vit læra um kompositión, ljós og skugga, proportiónir, litir og litlegging – og tekna bæði úr veruleikanum og eisini úr huganum. Hvørja viku byggja vit viðari á tað, vit hava lært. Vit læra ymisk teknikynstur og betra tekniførleikarnar.
Vit fara eisini at gera snartekningar við kolstift á stórt pappír. Undirvísingin er lagað til aldursbólkin. Foreldur eru vælkomin inn við. Í pausuni verður okkurt gott at fáa.
· Børn 6–8 ár kl. 14–15.30 hósdagar
· Børn 9–13 ár kl. 16–18 hósdagar
· Ung 14–17 ár kl. 16–18 hósdagar, vegna fáar tilmeldingar.
Dato:
Hósdagar: 29. okt., 5., 12., 19., 26. nov. og 3. des. Skeið 2 byrjar 5. nov og endar 10 dec.
Prísur: Børn 6-8 ár: 1095 kr · 9-13 ár: 1495 kr. · Ung 14–17 ár: 1495 kr
Systkinaavsláttur: 100 kr. fyri annað og fylgjandi børn.
Stað: Hoydalsvegur 6 (KFUM).
Tilmeldingarfreist: 27. okt. 2026.
Skeið 1: Børn 6-8 ár
Skeið 2: Børn-ung 9-13 ár
Skeið 3: Ung 14-17 ár Verður saman Skeið 2, hósdagar. Byrjar 5. nov.
ØLL KUNNU VERA VIÐ:
Tað krevst ikki, at tú dugir væl at tekna frammanundan. Skeiðini eru bæði fyri byrjarar og meira roynd. Uppgávurnar verða lagaðar til aldur og førleika.
Vegleiðing
Lærarin vegleiðir hvønn næming við jøvnum millumbilum.
Heimauppgáva
Næmingarnir á skeiði 2 og 3 fáa styttri sjálvbodna tekniuppgávu til næsta teknidag.
Næmingatal: Uml. 10
Um teknilæraran
Hevur undirvíst børnum, ungum og vaksnum í fríhondstekning í fleiri ár, serliga í Havn.
Útbúgvin illustrator/grafikari frá Danmarks Designskole. Sí meira her.
tilmelding
Tilmeldingin er fullførd, tá skeiðsgjaldið er goldið. Kann gjaldast við heimabanka á konto 6460 – 177.655.1.
Viðmerk flytingina: “Tekniskúli”, skeiðsnr. og navn á næmingi.
Tilmeldingarfreist: 27. okt 2026.
GG! Vinaliga skriva tínar kontakt-upplýsingar HER.
Viðskiftatreytirnar kunnu lesast her.
skeiðslýsing
SKEIÐ 1: BØRN 6-8 ÁR
Tíð: Hósdagar kl. 14–15.30.
Dato: 29. okt., 5., 12., 19., 26. nov. og 3. des. 2026.
Stað: KFUM, Hoydalsvegur 6, Havn.
Longd: 6 ferðir á 1½ tíma.
Kostnaður: 1.095 kr. Systkinaavsláttur: 100 kr. fyri annað og fylgjandi børn.
At hava við: Litblýantar, spískara og viskileður. Onnur tekniamboð kunnu eisini takast við. Teknipappír og tekniamboð eru á staðnum.
Tal av næmingum: Uml. 10.
Tilmelding: Á tilmeldingarformularinum ella á tel. 22 70 12.
Tilmeldingarfreist: 27. oktober 2026.
Skeið 2: børn-ung 9-13 ár
Tíð: Hósdagar kl. 16–18.
Dato: 29. okt., 5., 12., 19., 26. nov. og 3. des. 2026.
Stað: KFUM, Hoydalsvegur 6, Havn.
Longd: 6 ferðir á 2 tímar.
Kostnaður: 1.495 kr. Systkinaavsláttur: 100 kr. fyri annað og fylgjandi børn.
At hava við: Litblýantar, spískara og viskileður. Onnur tekniamboð kunnu eisini takast við. Teknipappír og tekniamboð eru á staðnum.
Tal av næmingum: Uml. 10.
Tilmelding: Á tilmeldingarformularinum ella á tel. 22 70 12.
Tilmeldingarfreist: 27. oktober 2026.
Skeið 3: ung 14-17 ár
Tíð: Mikudagar kl. 16–18.
Dato: 28. okt., 4., 11., 18., 25. nov. og 2. des. 2026.
Stað: KFUM, Hoydalsvegur 6, Havn.
Longd: 6 ferðir á 2 tímar.
Kostnaður: 1.495 kr. Systkinaavsláttur: 100 kr. fyri annað og fylgjandi børn.
At hava við: Litblýantar, spískara og viskileður. Onnur tekniamboð kunnu eisini takast við. Teknipappír og tekniamboð eru á staðnum.
Tal av næmingum: Uml. 10.
Tilmelding: Á tilmeldingarformularinum ella á tel. 22 70 12.
Tilmeldingarfreist: 27. oktober 2026.
Boð ella spurning?
skriva her
Svari skjótast til ber – ella ring telefon 22 70 12.