4 dagar – 2 tímar hvørja ferð
Tekniskeið í Havn – fyri børn 6-8 ár & 9-11 ár
Vit læra at tekna úr veruleikanum og úr huganum. M.a. tekna vit andlit og hár, tekna hús – gera skjótar tekningar og tekna við kolstift á stórt pappír. Tekniskeiðini eru laga til aldursbólkarar.
· Børn 6–8 ár kl. 10–12 og
· Børn 9–11 ár kl. 13–15
Dato: 10., 11., 12. og 13. oktober 2023.
Prísur: Børn 6-8 ár: 850 kr,
Børn 9-11 ár: 975 kr.
Systkin: 800 kr. fyri hvørt.
Stað: KFUM, Hoydalsvegur 6.
Foreldur eru vælkomin inn við.
Tilmeldingarfreist: Mánakvøld 9. oktober 2023.
Skeið 1: Børn 6–8 ár
Skeið 2: Børn 9-11 ár FÁ PLÁSS EFTIR

Hetta læra vit :
Vit læra at tekna úr veruleikanum og úr huganum. M.a. tekna vit andlit og hár, tekna hús – gera skjótar tekninga og tekna við kolstift á stórt pappír.
Tekniskeiðini eru tillaga aldursbólkin.
Vegleiðing
Lærarin vegleiðir hvønn næming við jøvnum millumbilum.
Heimauppgáva
Næmingarnir á skeiði 2 fáa styttri tekniuppgávu at gera til næsta teknidag.
Næmingatal: 10
So lættari er at taka sær av næmingunum.
Um teknilæraran
Hevur undirvíst børnum, ungum og vaksnum í fríhondstekning í fleiri ár, serliga í Havn.
Útbúgvin illustrator/grafikari frá Danmarks Designskole. Sí meira her.

tilmelding
Næmingurin er tilmeldaður, tá skeiðsgjaldið er goldið. Kann gjaldast við heimabanka á konto 6460 – 177.655.1.
Viðmerk flytingina: “Havn”, skeiðsnummar (“1” ella “2”) og fornavn á næmingi.
Tilmeldingarfreist: 9. oktober 2023.
GG! Vinaliga skriva tínar kontakt-upplýsingar HER.
Viðskiftatreytirnar kunnu lesast her.
skeiðslýsing
Skeið 1: Børn 6 – 8 ár
Innihald: Vit læra at tekna úr veruleikanum og úr huganum. M.a. tekna vit yndisdjór/leikudjór, tekna hús – og tekna við kolstift á stórt pappír. Undirvísingin er tillaga 6-8 ára aldursbólkin.
At hava við: Litblýantar, littusjir, spískara og viskileður. Teknipappír er á staðnum.
Tíð og stað: Vit byrja týsdagin 10. oktober 2023 í KFUM, Hoydalsvegur 6.
Longd á skeiðnum: 4 dagar, kl. 10 til 12.
Kostnaður: 850 kr. pr. næming. Systkin 800 kr. hvør.
Tal av næmingum: 10
Tilmelding: Á tilmeldingarsíðuni ella við at ringja á tel. 31 31 58 – 22 70 12.
Málbólkur: Øll ið hava hug at tekna.
Teknilærarin hevur við pappír, teknibrettir, vanligar býantar og svartar tusjir.
Skeið 2: børn 9-11 ár
Innihald: Vit læra at tekna úr veruleikanum og úr huganum. M.a. tekna vit andlit og hár, tekna hús – gera skjótar tekningar og tekna við kolstift á stórt pappír. Undirvísingin er tillaga 9-11 ára aldursbólkin.
At hava við: Litblýantar, littusjir, spískara og viskileður.
Tíð og stað: Vit byrja týsdagin 10. oktober 2023 í KFUM, Hoydalsvegur 6.
Longd á skeiðnum: 4 dagar, frá kl. 13 til 15.
Kostnaður: 975 kr. pr. næming. Systkin 800 kr. hvør.
Tal av næmingum: 10
Tilmelding: Á tilmeldingarsíðuni ella við at ringja á tel. 31 31 58 – 22 70 12.
Málbólkur: Øll ið hava hug at tekna.
Teknilærarin hevur við teknibrettir, vanligar býantar og tusjir til reintekning.
Boð ella spurning?
skriva her
Svari skjótast til ber – ella ring telefon 31 31 58 (fyrst), ella fartelefon 22 70 12.