3 dagar – 2 tímar hvørja ferð
Tekniskeið í Klaksvík: Børn 6-8 ár og børn/ung 9-13 ár
Betra tínar tekniførleikar – fastar uppgávur og tíð til at tekna frítt…
Skapa tína egnu hetju – ella tekna ein víking. Vit arbeiða við ljósi og skugga, læra at tekna við tusj, læra um litlegging og tekna snartekning við koli. Fastar uppgávur – og tíð at tekna frítt.
· Skeið 1, børn 6–8 ár kl. 10–12
· Skeið 2, børn 9–13 ár kl. 13–15
Dato: 12., 13. og 14. oktober 2026.
Prísur: Børn 6-8 ár: 725 kr, systkinaavsláttur: 50 kr. fyri barn nr. 2
Børn 9-13 ár: 825 kr, systkinaavsláttur: 50 kr. fyri barn nr. 2
Stað: Stova 108, Skúlavegur 6, Skúlatrøð, Klaksvík.
Tilmeldingarfreist: 11. oktober 2026.
Skeið 1: Børn 6-8 ár
Skeið 2: Børn-ung 9-13 ár
Hetta læra vit :
– vit finna uppá eina hetju – ella tekna ein víking. Samstundis
læra vit um skugga og ljós, royna at tekna við tunnum tusjum, læra litlegging og tekna snartekningar á stórt pappír. Undirvísingin er lagað til aldursbólkin.
tilmelding
Tilmeldingin er fullførd, tá skeiðsgjaldið er goldið. Kann gjaldast við heimabanka á konto 6460 – 177.655.1.
Viðmerk flytingina: “Heystskeið”, skeiðsnr. og fornavn á næmingi.
Tilmeldingarfreist: 11. oktober 2026.
GG! Vinaliga skriva tínar kontakt-upplýsingar HER.
Viðskiftatreytirnar kunnu lesast her.
Vegleiðing
Næmingatal:
Upp til 10-12
Um teknilæraran
Hevur undirvíst børnum, ungum og vaksnum í fríhondstekning í fleiri ár.
Útbúgvin illustrator/grafikari frá Danmarks Designskole. Sí meira her.
skeiðslýsing
SKEIÐ 1: BØRN 6-8 ÁR
Innihald: Skapa tína egnu hetju – ella tekna ein víking.
Vit arbeiða við ljósi og skugga, læra at tekna við tusj, læra um litlegging og tekna snartekning við koli. Fastar uppgávur – og tíð at tekna frítt.
Undirvísingin er lagað aldursbólkin. Foreldur vælkomin inn við.
At hava við: Litblýantar, spískara og viskileður. Teknipappír er á staðnum.
Tíð og stað: Vit byrja mánamorgun 11. oktober 2026 kl. 10 á Skúlatrø, Skúlagøta 6, stova 108.
Longd á skeiðnum: 3 dagar, kl. 10 til 12.
Kostnaður: 725 kr. pr. næming. Systkinaavsláttur 50 kr fyri barn nr. 2.
Tal av næmingum: 10-12
Tilmelding: Á tilmeldingarsíðuni ella við at ringja á tel. 22 70 12.
Málbólkur: Øll ið hava hug at tekna.
Skeið 2: børn-ung 9-13 ár
Innihald: Skapa tína egnu hetju – ella tekna ein víking.
Vit arbeiða við ljósi og skugga, læra at tekna við tusj, læra um litlegging og tekna snartekning við koli. Fastar uppgávur – og tíð at tekna frítt.
Undirvísingin er lagað til aldursbólkin.
At hava við: Litblýantar, spískara og viskileður. Teknipappír er á staðnum.
Tíð og stað: Vit byrja mánadag 11. oktober 2026 kl. 13 á Skúlatrø, Skúlagøta 6, stova 108.
Longd á skeiðnum: 3 dagar, kl. 13 til 15.
Kostnaður: 825 kr. pr. næming. Systkinaavsláttur: 50 kr fyri barn nr. 2.
Tal av næmingum: 10-12
Tilmelding: Á tilmeldingarsíðuni ella við at ringja á tel. 22 70 12.
Málbólkur: Øll ið hava hug at tekna.